Skei rundskrivinum um at taka neyug bskaparlig atlit
Skeið í rundskrivinum um at taka neyðug búskaparlig atlit og í mál- og avriksstýring 20. november 2012 Gjøgnumganga rundskriv um at taka neyðug búskaparlig atlit, og hvønn týdning hetta fær fyri dagligu umsitingina av stovnsjáttanini. Lýsa hugtakið mál- og avriksstýring, gjøgnumganga, hvussu mál verða sett og hvussu tey verða tikin við í avrikssáttmála millum stovnin og avvarðandi aðalráð. Fíggjarmálaráðið november 2012 1 01 -12 -2020
Rundskrivið frá 21. september 2011 § 2. Sambært § 7 í lógini (Játtanarskipan landsins) skulu neyðug búskaparlig atlit verða tikin, tá játtanir verða brúktar. § 2, stk. 2. Í kapittul 3 í hesum rundskrivi eru ásettar nærri reglur um at ansa eftir, at neyðug búskaparlig atlit verða tikin. Fíggjarmálaráðið november 2012 2 01 -12 -2020
At bera seg hóskandi at fíggjarliga Neyðug búskaparlig atlit – at bera seg hóskandi at fíggjarliga Sparsemi Framleidni Virkisføri Fíggjarstýring Fíggjarmálaráðið november 2012 3 01 -12 -2020
At vísa sparsemi Í neyðugan mun skal verða biðið um fleiri tilboð, tá vørur og tænastur verða umbidnar. Tøkir avsláttarmøguleikar skulu brúkast, um hetta er til fyrimun. Vørugoymslur skulu lagast eftirspurningi Fíggjarmálaráðið november 2012 4 01 -12 -2020
At vísa sparsemi Ansast skal eftir, at tal og stødd av skuldarum ikki verður størri enn neyðugt. Nýútvegan eigur at verða umhugsað, um viðlíkahalds- og umvælingarútreiðslur av fastari ogn ella leysafæ eru ógvuliga stórar. Útreiðslur til umboðan skulu haldast á einum rímiligum støði. Fíggjarmálaráðið november 2012 5 01 -12 -2020
At vísa sparsemi Ansast skal eftir, at tal av starvsfólki og útbúgving teirra er hóskandi til uppgávurnar, ið aðalráðið ella stovnurin hevur. Tilfeingið, so sum starvsfólk, høli, innbúgv, leysafæ o. a. skal verða brúkt á ein skynsaman hátt. Gjøld og prísir skulu verða roknað á nøktandi og dagførdum grundarlagi. Leigað høli ella bygningar skulu við atliti til stødd, innrætting og høgleika vera hóskandi til endamálið. Leigan skal verða rímilig og í samsvari við ásettar reglur hjá Byggiumsitingini. Fíggjarmálaráðið november 2012 6 01 -12 -2020
Framleidni Hevur stovnurin gjørt útrokningar av síni framleiðslu og framleidni? Eru lyklatøl gjørd hesum viðvíkjandi? Eru innanhýsis útrokningar ella lyklatøl fyri framleidni býtt út á einstøk øki? Eru lyklatøl brúkt til at gera samanberingar við aðrar stovnar ella við undanfarin ár? Fíggjarmálaráðið november 2012 7 01 -12 -2020
Framleidni Hvussu eru virksemisupplýsingarnar í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotinum fingnar til vega? Hvussu verða tær brúktar av stovnsleiðsluni, og verður eftirmett, um ætlaða virksemið er framt? Hvørji stig tekur leiðslan, um staðfest verða munandi frávik í mun til tær virksemisupplýsingar, sum eru upplýstar í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið, ella upplýsingar bera boð um eina óhepna gongd ella eitt fall í framleidninum? Fíggjarmálaráðið november 2012 8 01 -12 -2020
Virkisføri Eru tíðarhóskandi mál sett fyri virksemi stovnsins, og hevur leiðslan eina ætlan við atliti til at røkka settu málunum? Hevur stovnurin gjørt lyklatøl fyri sítt virkisføri, og hvussu eru hesi lyklatøl sett saman? Hevur stovnurin gjørt kanningar, ið lýsa virkisføri stovnsins nærri. Fíggjarmálaráðið november 2012 9 01 -12 -2020
Virkisføri Er veruliga virksemið hjá stovninum samsvarandi settu málunum? Er góðskueftirlit við framleiðsluni? Eru brúkarakanningar gjørdar? Er orðaður ein starvsfólkapolitikkur við starvslýsingum, útbúgvingarætlanum, starvsfólkasamrøðum v. m. ? Fíggjarmálaráðið november 2012 10 01 -12 -2020
Fíggjarstýring Har stovnar ikki skráseta beinleiðis í Búskaparskipan Landsins, eigur at verða viðgjørt, um hetta er skilabesta loysnin? Verða roknskapartøl og fíggjarætlanartøl samanborin so hvørt? Á hvørjum stigi og hvussu ofta verða hesar samanberingar gjørdar? Verða frágreiðingar skrivaðar um frávik? Fíggjarmálaráðið november 2012 11 01 -12 -2020
Fíggjarstýring Er virknaður av virksemi ella framleiðslu hjá stovninum partur av fíggjarstýringini? Er ein kostnaðaruppbýttur virksemisroknskapur? Finnast tað aðrar hagtalskipanir til virksemisskrásetingar? Fíggjarmálaráðið november 2012 12 01 -12 -2020
Hugtøkini framleidni og virkisføri Tosað verður um “gera vit tingini rætt” (so væl sum møguligt = framleidni), og gera vit “røttu tingini” (er tann virknaður á samfelagið, sum málið fyri okkara virksemi var = virkisføri/effektivitetur) Fíggjarmálaráðið november 2012 13 01 -12 -2020
Dømi um hugtøkini framleidni og virkisføri Fyri eitt sjúkrahúsøkið kann virkisføri/effektivitetur vera nakað við, at fólkaheilsan (t. d. á summum sjúkuøkjum) betrast, men produktivitetur er, at vit náa so nógvar viðgerðir til so lágan eindarkostnað (tó til ávísan kvalitet) sum møguligt. Fíggjarmálaráðið november 2012 14 01 -12 -2020
Dømi um hugtøkini framleidni og virkisføri Fyri skúlaøkið kann virkisføri/effektivitetur vera at hækka útbúgvingarstøðið – t. d. á einum øki, har vit eru veik. Framleidni/produktivitetur, at vit fáa so nógvar næmingar í gjøgnum til so lágan eindarkostnað (og tó til givna góðsku) sum møguligt. Fíggjarmálaráðið november 2012 15 01 -12 -2020
Dømi um hugtøkini framleidni og virkisføri Fyri Gjaldstovuna, kann virkisføri/effektivitetur vera, at alt tað almenna brúkar bestu amboðini (herímillum búskaparskipan landsins, landsnet osfr). Meðan framleidni/ produktivitetur er, at vit fremja innliman í búskaparskipanina og til dømis Landsnet so væl og bíligt sum møguligt. Fíggjarmálaráðið november 2012 16 01 -12 -2020
Mál og avriksstýring, hví tað? Mai 2005: Avgerð verður tikin um at fara undir eina tilgongd, har tað almenna skal seta í verk mál- og avriksstýring (gott 7 ár síðani) Eftirfylgjandi kemur dagføring av roknskaparkunngerðini, í 2007 At enda kemur regluverkið, við játtanarskipan, kunngerðum, og rundskrivi Fíggjarmálaráðið november 2012 17 01 -12 -2020
Mál- og avriksstýring – roknskapar- og játtanarskipan Aðalráðini og stovnar teirra skulu í seinasta lagi 1. januar 2010 hava sett í verk stýringarmeginreglur um mál og nádd úrslit o. t. sbrt. § 7, stk. 1, í roknskaparkunngerðini. Játtanarskipanin, § 11. stk. 1. Viðmerkingarnar til fíggjarlógaruppskotið skulu hava tilvísingar til lógarásetingar, sum gera av, hvussu játtanin verður nýtt, lýsing av teimum úrslitum, miðað verður eftir við játtanini, og upplýsingar um nádd úrslit o. t. Fíggjarmálaráðið november 2012 18 01 -12 -2020
Hugtakið mál og avriksstýring Stjórnarráðini skulu saman við stovnunum seta yvirskipað mál fyri tey ábyrgdarøki, sum stovnurin er settur at røkja, og hvørji úrslit skulu verða avrikað fyri at náa yvirskipaða málið. Út frá hesum - hugtakið mál- og avriksstýring. Amboðið at røkka hesum er avrikssáttmálin. Fíggjarmálaráðið november 2012 19 01 -12 -2020
Endamálið við mál- og avriksstýring Endamálið er yvirskipað, at fáa eitt amboð til, at fáa sum mest úr almenna fíggjarliga tilfeinginum, og samstundis tryggja, at tað er samanhangur millum politisk mál og tær uppgávur, sum stovnarnir skulu loysa. Fíggjarmálaráðið november 2012 20 01 -12 -2020
Grundgevingar fyri avriksstýring Avrikssáttmálar skapa fortreytir fyri, at alment virksemi verður rikið munadygt. Avrikssáttmálar eru ein fyritreyt fyri, at tað, sum raðfest verður er í tráð við ætlanirnar hjá stjórnarráðnum. Gott amboð at styrkja samskiftið millum stjórnarráð og stovn Avrikssáttmálar er gott amboð hjá stjórnarráðið og stjóra á stovni at fáa til vega betri upplýsingar um hvussu uppgávurnar verða loystar. Fíggjarmálaráðið november 2012 21 01 -12 -2020
Mál- og avriksstýring -tilgongdin Orða missión, visjón og gera strategiska ætlan Missión - yvirskipað orðing, sum ásetur tilverugrundarlagið hjá stovninum – hví eru vit her Visjón – hvat skal stovnurin gera fyri at røkka missiónina – hvagar skulu vit fara í framtíðini Strategi – hvørja ætlan skal stovnurin seta sær fyri at røkka visjónini Fíggjarmálaráðið november 2012 22 01 -12 -2020
Mál- og avriksstýring -tilgongdin Stovnurin má fáa sær: Yvirlit yvir allar uppgávur og flokka tær Flokkar fyrst tær týdningarmestu uppgávurnar At enda býtur allar uppgávurnar Fíggjarmálaráðið november 2012 23 01 -12 -2020
Mál- og avriksstýring -tilgongdin Seta mál og avrikskrøv Gera eina ætlan fyri mál og avrikskrøv fyri uppgávurnar Orða fá mál og avriksskrøv Áseta fleiri mál og avrikskrøv fyri øll virkisøkini/tænasturnar Fíggjarmálaráðið november 2012 24 01 -12 -2020
Mál- og avriksstýring -tilgongdin Mátingar Gera yvirlit yvir hvørjar dátur, sum skulu verða brúktar til mátingar, eru atkomuligar og hvørjar ikki eru Gera fáar mátingar viðvíkjandi teimum týdningarmestu tænastunum Regluliga máta allar tænastur. Fíggjarmálaráðið november 2012 25 01 -12 -2020
Mál- og avriksstýring -tilgongdin Tað er týdningarmikið at fara undir arbeiðið heldur enn at gera ein fullfíggjaðan avrikssáttmála Tað verður mælt til at byrja á einum hóskandi stigi, og so heldur byggja upp Alt eftir hvussu stórur stovnurin er, og hvussu umfatandi virksemi er kann tað taka 2 -3 ár áðrenn øll stig eru við í sáttmálanum Fíggjarmálaráðið november 2012 26 01 -12 -2020
Avrikssáttmálar www. fmr. fo, undir avrikssáttmálar www. hmr. fo , leita undir mál og avrik Fíggjarmálaráðið november 2012 27 01 -12 -2020
Ymiskt Spurningar? Fíggjarmálaráðið november 2012 28 01 -12 -2020
- Slides: 28